Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Eitt hjálparfólk hjá Reyða Krossi skar seg illa tá tey skildu brúkt klæðir herfyri.

Tað upplýsti Irena Jacobsen, hjálparfólk við tilknýti til Reyða Kross, fyri útvarpssendingini Góðan Morgun Føroyar, í morgun.

Hendingin fór fram fyri umleið einum mánaða síðani. Av einihvørjari orsøk var okkurt hvast, helst glas, komið í eina av bingjunum, sum eru ætlaðar at lata brúktu klæðini í.

Hon upplýsti eisini, at einir 200 posar koma inn og skulu skiljast hvørja viku, og tað eru sjálvboðin sum taka sær av arbeiðnum.

Á heimasíðuni heitir Reyði Krossur á fólk, sum lata inn brúkt klæði, um ikki at koyra vandamiklar lutir í klædnabingjurnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo