Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Politikkur

Nevndin sum í gjár lat úr hondum álit um at endurskoða skattaskipanina mælir til at avtaka fleiri sersømdir sum summir lønarbólkar fáa.

Sum er kunnu tey sum fáa sjómannafrádrátt vinna 470 tkr og fáa 14% av hesum skattafrítt. Restini verður vanligur skattur rindaður av. Men tað skal broytast og takast burtur, metir skattanevndin.

Eisini tey sum arbeiða uttanlands skulu missa skattasømdirnar, tey í dag hava, metir nevndin. Eitt nú samdøgursfrádráttin uppá 300 kr og frádráttin uppá 30% av inntøkuni upp til 400 tkr, sum er galdandi í dag.

Landið fær 53 mió kr og kommunurnar 40 mió kr burturúr nevndu átøkum, og nevndin heldur, at pengarnir kunnu eitt nú brúkast til generellar skattalættar til øll.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo