Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Tiltøk

Synergi: Nú kemur yvirlæknin, Jens Christian Holm til Føroyar at halda skeið

21. februar kanst tú koma á skeið fyri fólk við yvirvekt við kenda yvirlæknanum handan ”Holbækmetoduni”.

Holbækmetodan hevur vakt ans nógva staðni runt um í heiminum, tí hon hevur givið góð úrslit.

Tú hevur kanska fylgt við í sendingini XL-ættarliðið? Tað er yvirlæknin handan XL-ættarliðið, sum hevur mennt Holbækmetoduna, og sum verður undirvísari á skeiðinum.

Yvirvekt er ein kronisk sjúka
Holbækmetodan sær yvirvekt sum eina kroniska sjúku. Talan er sostatt ikki um ein klænkikur, har tú skalt minka um kaloriur og venja. Í staðin er metodan grundað á, at vit eiga at skilja stóra yvirvekt sum eina kroniska sjúku, har kroppurin aktivt arbeiðir ímóti vekttapi.

Farvæl til skuld og skomm
”Endiliga ein loysn, sum hald er í. Farvæl til skuld og skomm. Farvæl til at eg eri dovin og ikki havi nakran rygg”.  Bente Nielsen, Vekttapsskeið Kolding, jan 2018

Eg havi verið yvirvektig at kalla alt lívið
”Ein fantastiskur dagur - allur sum hann var. Eg havi verið yvirvektig at kalla alt lívið, havi barst við eini sterkari jojo-vekt. Nú skilji eg endiliga hví, og havi fingið eina viðgerðarætlan, sum kann hjálpa mær!

Samstundis er tað ein ómetaligur lætti at skuldin er lyft av herðum mínum”. Bernet Pedersen, Vekttapsskeið Kolding, jan 2018

LES alt om skeiðið og tekna teg HER. Tú kanst eisini ringja til Synergi á 322355.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo