Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Í heyst skipar Miðnám í Vestmanna fyri førleikamennandi skeiði í enskum máli til ferðavinnuna. Skeiðið er ætlað teimum, sum arbeiða innan vinnuna, ella á annan hátt eru knýtt at ferðavinnuni.

Endamálið við skeiðnum er at veita grundleggjandi førleikar, so tey lesandi á greiðan hátt kunnu samskifta við ferðafólk og samstarvsfelagar innan ferðavinnuna umframt at menna orðatilfeingið í enskum máli, sum serliga hevur týdning í ferðavinnuhøpi. Skeiðið leggur dent á, at tey lesandi loysa og lata inn smærri sjálvstøðugar uppgávur og venja framløgur við grundarlagi í ferðavinnuni.

Skeiðið byrjar tann 29. august við ástøðiligari undirvísing og endar um miðjan desember við próvtøku. Undirvíst verður hvørt mikukvøld kl. 18.00 - 21.15, og luttakararnir hava møtiskyldu til undirvísingina.

Treytin fyri upptøku er, at umsøkjari hevur staðið enskt á B-stigi í gymnasialu miðnámsskipanini. Í ávísum føri kann umsøkjari tó verða tikin inn, um hann á annan hátt kann prógva líknandi førleika í enskum máli.

Kostnaður fyri skeiðið er kr. 600 fyri hvønn umframt keyp av bók til undirvísingina. Undirvísari er Rannvá Mortansdóttir, miðnámslærari í enskum.

Umsóknarblaðið er talgilt, og er at finna á hesi leinkju: www.innskriving.fo. Har verður skjalið útfylt og sent saman við neyðugum fylgiskjølum. Umsóknarfreistin er 20. august kl. 12. Nærri upplýsingar um skeiðið fáast við at venda sær til Anniku L. Black, samskipara, alb@miv.fo.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo