Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tekstlýsingar

Skeiðið verður á Hotel Hafnia 24. november 2017, kl. 09.00 – 16.00

Prísur:  3.995,00 kr.

Tekning á kittymay(at)altfyrieitt.fo ella 500500

Innihald
Lóggávuarbeiðið er kjarnuuppgávan hjá Føroya Landsstýrið, Føroya Løgtingið og øðrum stovnum undir landinum. Á skeiðinum verður dentur lagdur á mannagongdina at smíða lógir og kunngerðir.

Eisini verður undirvíst í krøvunum til innihaldið í eini lóg. Tú fær vitan um lógararbeiðið, undir hesum vandatekin og økir, sum krevja eftiransni.

Eisini verður undirvíst í, hvussu arbeitt verður við at betra um góðskuna av lóggávu arbeiðinum og hvussu arbeiðið best kann leggjast til rættis.

Økir

⦁    Hvussu smíðar tú eitt gott lógaruppskot? Her verður undirvíst í lógarkynstri og teimum spurningum, sum ofta koma í sambandi við lóggávuarbeiðið.

⦁    Krøv til innihaldið í lógini, undir hesum viðurskifti til grundlógina og aðrar týðandi lógir og grundreglur.

⦁    Viðurskifti viðvíkjandi altjóða lóggávu.

⦁    Viðurskifti viðvíkjandi gildiskomu-, avtøku- og umskiftisásetingar.

⦁    Krøv til mannagongdir – hvussu skal lóggávuarbeiðið í ráðnum ella á stovninum fara fram.

⦁    Lær at leggja eina ætlan fyri lógaruppskotið – hugskotið, arbeiðið, at seta fram lógaruppskot, arbeiðið í løgtinginum, samtykt, og kunngerð.

Endamál  
Tú fær innlit í og hegni at nýta grundleggjandi reglur og aðalreglur tá tú fyrireikar, skrivar og gjøgnumførir eitt lógaruppskot.

Málbólkur
Starvsfólk hjá løgtinginum, landsstýrinum og á stovnum, advokatar og løgfrøðingar, sum arbeiða við føroyskari lóggávu. Skeiðið er eisini áhugavert hjá øðrum, sum hava áhuga í lóggávuarbeiði.

Tilfar
Øll fáa tilfar, sum kann brúkast í dagliga arbeiðinum. Undir hesum kekklistar og frymlar at brúka í arbeiðinum

Eftirútbúgving
Skeiðið er góðtikið sum obligatorisk eftirútbúgving hjá advokatum.

Undirvísari
Christian Østrup, chefkonsulent hjá Miljø og Fødevareministeriet og lektor á universitetinum í Keypmannahavn. Christian hevur drúgvar royndir í lógarsmíði og hevur eisini undirvíst í fleiri ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann