Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

Nú sær út til at ætlanin er at vit skulu aftur til kvotaskipan, sum vit annars royndu fyri 20 árum síðan. Tá var úrslitið ein katastrofa og Føroya Løgting noyddist, móti viljanum hjá donsku stjórnini og ICES at avtaka kvotaskipanina.

Orsøkin tá var, at tað var nógvur fiskur, men tað vildi ICES ikki viðganga.

Men skip fingu ikki fiskað fyri toski, eins og nógv ólógligt virksemi var allastaðni.

Hetta vistu politikarar tá og tí bleiv tað broytt.

Tað, sum ongantíð bleiv gjørt upp tá er, hvør avleiðingin av hesum var. Tað ber til at rokna hetta um til mannalagnur.

Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur hevur í R7 og á fiskivinnurástevnu í Runavík í september 2016 víst á granskingar uttan í heimi, sum vísa, at seinastu 200 árini er fólkatalið í Danmark vaksið 8900 fólk fyri hvørt prosentstig búskapurin er vaksin. T.v.s. at BTÚ vøkstur á 1% gevur fólkavøkstur á 8900 í Danmark.

Síðan vísti Magni Laksáfoss á, at í Føroyum er tað sama galdandi. Tá BTÙ veksur 1% so veksur fólkatalið 80-90 fólk.

Við at brúka hendan myndil ber til at gera ymiskar útrokningar. Vit vita, at BTÙ í 1995 var 5.322 milliónir.

Vit vita, at vit kundu fiska umleið 10.000 tons meira enn vit gjørdu í 1995.

Vit vita at tey 10.000 tonsini kundu økt BTÚ við uml. 150 milliónum. Tað svarar til umleið 3% øking í BTÙ. Tá er avleitt virksemi ikki talt við.

Vit vita, at í dag starvast uml. 250 fólk hjá Faroe Origin. Tey framleiða 8-9.000 tons av upsa. Toskur krevur helst eitt sindur fleiri starvsfólk.

Øking á 3% av BTÙ svarar til 255 fólk sambært áður nevnda roknihátti. Avleitt virksemi er kanska 1:1, tí er rætta talið kanska 500 fólk.

Støðan í 1995 var, at nógv fólk rýmdu av landinum.

Tí er ivaleyst rætt at siga, at størri búskaparvøkstur hevði gjørt, at fleiri ikki noyddust at selja hús síni og flyta av landinum við stórari skuld og ongantíð koma aftur til Føroya.

Fiskidagaskipanin hevur tann fyrimun, at hon justerar feilmetingarnar hjá fiskifrøðini.

Tí hevði hetta ikki hent við einari fiskidagaskipan.

Henda einfalda útrokning vísur, at kvotaskipan, saman við skeivari ráðgeving, gjørdi at uml. 500 fólk noyddust at flyta av landinum.

Einasta orsøk var at serfrøðin metti skeivt.

Eivind Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo