Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Jákup Egholm Hansen hevur eitt skriv í miðlunum, har hann mótmælir ætlanum býráðsins um at skipa eitt øki undir Kongavarða á Argjum sambært eini serstakari byggisamtykt, ið er ætlað at hýsa eini verkætlan til 94 nýggjar leiguíbúðir.

Jákup Egholm Hansen kom tíverri ikki við nøkrum sakligum ella fakligum greiningum av trupulleikanum, men legði hinvegin heldur dentin á at sáa iva um reiðiligheit býráðsins í hesum máli.

Jákup Egholm Hansen er ikki nakar hvør sum helst í hesum føri. Gaman í, hann býr í økinum, og ein kundi tí illtonkt hann fyri at reka síni egináhugamál í hesum føri, nevniliga at sleppa undan at fáa fleiri íbúgvar inn á økið. Men hesum velji eg ikki at trúgva, tí eg haldi meg kenna Jákup Egholm Hansen sum ein sera dugnaligan fakmann.

Sum útbúgvin arkitektur við drúgvum arbeiðsroyndum, sum fyrrverandi tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu í mong ár, har hann arbeiddi tætt upp at tí politisku skipanini, og sum formaður í Umboðsráðnum hjá Betri Samtakinum, Føroya nógv størstu pengabingju, ja so hevur Jákup Egholm Hansen, um nakar, innlit í og vitan um, hvussu politiskt arbeiði fer fram í verki.

Verandi býráðssamgonga telur ikki minni enn umboðan úr trimum ymiskum politiskum flokkum. Tískil skulu tað í mongum førum finnast politiskar semjur í arbeiðinum at náa fram á leið við teimum yvirskipaðu málunum, sett eru út í kortið í einum samgonguskjali. Hendan býráðssamgongan hevur tó higartil megnað at havt gott áralag, soleiðis at arbeitt hevur verið fram á leið.

Eitt sera týðandi mál hjá hesi býráðssamgonguni hevur verið at leggja til rættis fyri einum betri bústaðarmarknaði í kommununi til tess at bøta um ta alstóru bústaðarneyðina, ið er vorðin alt meira eyðsýnd hesi seinnu árini. Kanningar hjá kommununi í sambandi við at skipa ein bústaðarpolitikk vísa greitt, at nú á døgum er alstórur áhugi millum fólk fyri møguleikanum at finna sær ein tryggan leigubústað.

Tórshavnar kommuna vendi sær tíðliga í hesi býráðssetuni til allar viðkomandi partar, sum kundu hugsast at víst vilja og áhuga fyri at tikið lut í arbeiðinum at fremja eina skynsama útbygging av bústaðarmøguleikunum í kommununi; har í millum byggivinnuna, fíggingarstovnar, eftirlønarfeløg, íleggjarar, fakfeløg, áhugafeløg o.s.fr. Millum annað varð fundast við Betri Samtakið í eini roynd at fáa hesi áhugaði í at fíggja bústaðarbygging her í kommununi heldur enn at lata sínar áognir arbeiða á eitt nú danska bústaðarmarknaðinum. Her hevði Jákup Egholm Hansen eina lyklastøðu í umboðsráðnum og eitt gylt høvi til at kunna stinga út í kortið til frama fyri einum øktum virksemi at stytta um íbúðarneyðina í Tórshavnar kommunu. Tíverri spurdist einki gagnligt burtur úr sambandinum til Betri Samtakið í hesum máli

Sum ikki minst Jákup Egholm Hansen væl veit, so hevur kommunan ikki loyvi til sjálv at byggja bústaðir at leiga út til fólk, tí lóggávuheimild er ikki fyri hesum. Í grannalondunum er hetta tó vanligt.

Umsitingin hjá kommununi hevur víst býráðnum á ymsar møguleikar fyri staðseting av loysnum til bygging av leigubústøðum, og síðani hevur politiska telvingin jótrað málið víðari. Kommunan hevur í hesum sambandi boðið ymsar loysnir út í alment útboð, har í millum nevnda økið undir Kongavarða á Argjum. Eittans tilboð er komið inn frá eini vinnulívsfyritøku um eina ávísa loysn, ið teir eru sinnaðir at fara undir á staðnum. Tøkk fái hendan fyritøkan fyri at hava sýnt málinum áhuga.

Eg kann saktans viðurkenna alment, at júst hendan loysnin ikki er skipað soleiðis, sum mær persónliga hevði hóvað best, men ætlanin er tó við til at fremja tann yvirskipaða politiska málsetningin, nevniliga at bøta um íbúðarneyðina, og hetta varð so tað, í politiskur meiriluti fekst fyri.

Býarskipananararbeiðið er so demokratiskt skipað, at borgarin avgjørt sleppur til orðanna í fleiri umførum, áðrenn ein endalig staðfesting av eini byggisamtykt er avgreidd av landsstýrinum.

Kommunan skal lata ætlaðu byggisamtyktina liggja frammi til alment eftirlit og við hóskandi tíðarfreist hjá borgarunum til at kunna gera sínar viðmerkingar. Kommunan skal síðani viðgera og taka støðu til tær innkomnu viðmerkingarnar frá borgarunum, áðrenn hon ger sína endaligu niðurstøðu. Kommununnar ætlan skal hareftir sendast Býarskipanarnevnd landsins til viðgerðar og góðkenningar. Í hesum høpi skulu innkomnu viðmerkingarnar frá borgarunum og støðutakan kommununnar til hesar somuleiðis sendast Býarskipanarnevnd landsins. Hendan nevndin ger síðani tilmæli til landsstýrismannin í Innlendismálum um, hvussu verða skal við hesi ítøkiligu býarskipanarætlanini.

Tað er tí púra burturvið, tá Jákup Egholm Hansen førir fram, at talan bert er um kávalótir frá býráðsins síðu, tá uppskot um eina byggisamtykt verður lagt fram til almenna hoyring.

Tí eru míni greiðu boð til Jákup Egholm Hansen og til hini, sum sókna til økið undir Kongavarða á Argjum. Nýtið tykkara demokratiska møguleika til at koma við sakligum, vælgrundaðum viðmerkingum til ætlanina um hesa serstøku byggisamtyktina.

Tað skal so í øllum førum ikki skorta uppá politiskan vilja frá mínari síðu til at geva viðmerkingunum eina sakliga viðgerð.

Hatta asnasparkið til mín um træplanting einans í Hoyvík, átti Jákup Egholm Hansen at hildið seg ov góðan til. Jákup Egholm Hansen veit fullvæl frá síni tíð sum tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, at eg í mínum politiska gerningi virki fyri teimum yvirskipaðu málunum, meðan tað er umsitingin, ið tekur sær av at føra tær politisku samtyktirnar út í verki. Soleiðis er eisini vorðið í hesum ítøkiliga førinum, ið Jákup Egholm Hansen sipar til.

Jú, eg havi stríðst fyri einum politiskum vilja til at økja um gróðurseting og fríðkan í kommununi, og tað hevur nú m.a. eydnast at fáa avtalað eina kós framyvir á hesum øki við. Men tað er altso fakliga fyrisitingin í kommununi, sum hevur víst á hvørji øki og støð, sum eru egnaði til endamálið og hevur raðfest hesi. Í tí ítøkiliga førinum,  ið Jákup Egholm Hansen sipar til, er tað argjamaðurin John Kári Midjord, ið við gartnarafyritøku síni Sp/f Havin, sum skal fremja gróðursetingina við m.a. nýggja kirkjugarðin í Hoyvík og við Myllutjørn. Lat ongan iva vera um, at argjafólk sjálvandi eisini fáa sín sjálvsagda part av hesum grøna og umhvørvisvinarliga átaki, tá fakliga umsitingin hevur egnaði lendi tøk at vísa á.

Livst so spyrst.

Marin Katrina Frýdal, Tjóðveldi
forkvinna í byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar býráðs

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo