Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Vinna

Íslendska felagið Skeljungur hf væntar betri úrslit í 2018 enn áður fráboðað.

Ein av orsøkunum er, at tað gongst betri enn væntað at selja brennievni í eitt nú Føroyum, Íslandi og í øðrum londum, boðar íslendska felagið frá í eini børsfráboðan.

Skeljugur hf hevur áður meldað út, at úrslitið fór at blíva áleið 2,6 til 2,8 mia íslendskar krónur. Nú sigur felagið, at úrslitið fyri 2018 fer at liggja frá 2,8 til 3,0 mia íslendskar krónur.

Skeljungur eigur føroyska oljufelagið Magn og Hendrik Egholm er stjóri í Skeljungi hf.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo