Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

Undir úthongdu kaffistovuni á LS standa ruskbingjur og annað, ja, beint undir stóra skeltinum, ið forbjóðar at seta nakað undir yvirbygningin, har klætt er uppundir við viði.

Forboðið er ásett vegna brunatrygdina.

Tá hetta kann ganga fyri seg óátalað á Landssjúkrahúsinum, samstundis, sum tvey brunaeftirlitsfólk (sum ikki hava stundir til at hava brunaeftirlit) hjá landinum ganga á "síðulinjuni" og kanna eitt niðurbrent gamalt flakavirki á Tvøroyri - sum politiið kannar.

Hvussu ábyrgdarleyst kann ein arbeiðsorka umsitast?

Hví er knappliga orka og áhugi í einum útbrendum gomlum flakavirki fram um gistingar-, samkomu- og sjúkrahús, náttklubbar og skúlar, ið hava staðið ósýnað nú í skjótt nógv ár, síðani alt steðgaði upp á gomlu brunaumsjónini.

Ella tosa vit um almennar stovnar, sum heldur vilja umsita trupulleikarnar enn at loysa teir?

Spurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo