Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

American, Alaska Air og United fara at taka skermarnar vekk í flogførunum á sínum innlendis rutum.

Tað skrivar Bloomberg.

Høvuðsorsøkin er at spara. Skermarnir kosta nógv at installera, teir eru dýrir at umvæla og við at taka teir burtur fæst hartil ein munandi vektreduksjón soleiðis at brennievni verður spart.

Sambært VG halda flogfeløgini, at hetta eisini gevur møguleikan at bjóða kundanum skjótari og ókeypis WiFi, meira hondbagasju og bíligari ferðaseðil.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo