Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Krutl

Bretin Isaac Roblett er ímillum teir eftirhondini ikki so fáu útlendingarnar, sum eru farnir at halda við føroyska landsliðnum tey seinnu árini.

Hann hevur bílagt sær atgongumerki til útidystin ímóti Malta í mars, og í nýggjari grein á Local.fo greiðir hann frá sínari óvanligu kærleikssøgu.

- Sum ein garvaður fjeppari av Charlton Athletic (eitt fyrrverandi Premier League lið í Suður London), eri eg vanur við at síggja liðið hjá mær tapa, og sjálvt um Føroyar ikki eru so nógv øðrvísi í hesum samanhanginum, so kann eingin ósigur fáa meg at brenna minni fyri Føroyum og virða landið minni.

- Eg fari at vera til staðar til dystin ímóti Malta 23. mars, og fari eg at vera errin og stoltur av Føroyum, sum vóru Føroyar mítt heimland. Og fjeppararnir hjá Skansanum fara at halda flaggið høgt við stoltleika, og teir fara at stuðla liðnum í viðgongd og mótgongd: tí liðið er so nógv meira enn bara eitt fótbóltslið; tað er eitt súmbol, sum boðar frá frælsi og sál tjóðarinnar.

- Lívið gongur við einari rúkandi ferð, og hevði eg aldrin trúð, at eg uppá eitt ár fór frá at dyrka Harry Kane til at tilbiðja Hall Hansson og Jóan Símun Edmundsson, sigur Isaac Roblett.

Fyrsti dysturin, Isaac Roblett sá hjá føroyska landsliðnum, var heimadysturin ímóti Sveis fyri nú skjótt tveimum árum síðan. Sveis vann dystin 2-0.

Les alla greinina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo