Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Nú eri eg bara ein miðal hampuligur vágamaður og havi kanska bara eitt sindur av sunnari fornuft at styðja meg til.

Men eg skilti ikki Henrik Old í kvøld.

Gjørdi tú tað?

Hann segði, at Vágatunnilin kundi ikki enda aftur hjá landinum, tá lánið var útgoldið.

Nei, pengarnir, sum landið hevði rindað til íløguna, skuldu eisini rindast aftur til landið.

Hetta kann samanberast við, tá ið eg keypti míni hús fyri 800.000 kr.

Eg rindaði sjálvur 200.000 kr. og lánti 600.000 kr.

Aftaná nøkur ár hevði eg goldið bankanum lánið uppá 600.000 kr. aftur.

Men skal eg fylgja logikkinum hjá Henrik Old, so skal eg rinda mær sjálvum 200.000 kr., áðrenn húsini eru míni.

Hetta er tað reina vrøvl.

Hevði eg rindað mær sjálvum 200.000 kr., so átti eg eini hús fyri 800.000 kr. og 200.000 kr. á bók.

Nú veit eg ikki, um Henrik Old hevði fyrireikað seg til kjakið.

Men tað er kanska ikki neyðugt longur.

Vágamaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo