Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Krutl

Tær umleið 100 skinkurnar sum eru í hjalli á Trøllanesi hava nú hingið í gott hálvt ár og ígjár var fyrsta royndin tikin fyri at meta um dygd og nær tær verða lidnar.

Turkingin gongur væl og tann eyðkendi smakkurin og lukturin er komin í tær.

Heystið hevur nógv at siga fyri endaliga útslitið, og tað er vónin at hitalagið í oktober fer at liggja um 7 gradir og við fitt av vindi sum eru optimalar umstøður fyri at turka skinkur.

Tað er ætlanin og vónin at Trøllanes skinkan er fult búgvin og turkað til Jólar.

Royndirnar á Trøllanesi sýna at Norðuroyggjar eru stak góðar til alla turking, sigur Jóhan Mortensen, sum er ein av stigtakarunum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo