Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Stóri fólkavøksturin merkist serliga í høvuðsstaðarøkinum. Tørvur er á at víðka um býin, og í hesum sambandi verður nú farið undir arbeiðið at skipa Stórutjørn í Hoyvík, økið norðanfyri Klingruna og vestanfyri býlingin Inni á Gøtu, sum er umleið 525 ha til støddar,

Økið liggur væl fyri, millum bústaðarøkið í Hoyvík, vinnuøkið á Hjalla og nýggja innkomuvegin, sum verður gjørdur í sambandi við Eysturoyartunnilin. Í kommunuætlanini hjá Tórshavnar kommunu er Stóratjørn eitt av teimum økjunum, ið mett verður at hóska seg væl til býarvøkstur.

Í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu liggur økið í A3 øki, sum er ætlað blandaðari bústaða- og miðstaðabygging, D2 øki, ætlað ítrótti og øðrum, sum kann virka saman við ítróttinum og D1 øki, sum er økið nýggi kirkjugarðurin í Hoyvík liggur í.

Býráðið hevur nú samtykt at játta pening til at gera avtalu við uttanhýsis ráðgeva um at skipa økið við Stórutjørn. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo