Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Nógv hevur verið frammi í fjølmiðlunum, nú fólk í gjár forðaðu Ternuni at sleppa frá bryggju í Nólsoy.

M.a. hava atfinningar verið móti skiparanum, hóast hann í einari sera truplari støðu ikki gjørdi annað enn tað, sum hann hevur bæði rætt og skyldu til sambært grein 49 og 60 í sjómanslógini.

Øll hugsa ikki um tað ótespiligu støðu, har fólk í veruleikanum tóku ræði á skipinum, sum ikki slapp frá aftur bryggjuni.

Tað er lætt nú aftaná at bagatillasera støðuna, men vit eiga at minnast til, at skiparin hevur evstu ábyrgd av bæði skipi, farmi og ferðafólkinum, og í støðuni var tað heilt natúrligt ikki at opna portrið, tí støðan kundi hugsast at gerast enn meira álvarsom, um fólk kundu tysja umborð á Ternuna, aftan á at fólk av landi høvdu bundið skipið.

Tað er ikki skiparin sum ásetir hvørja leið skipið skal sigla, men hinvegin er tað reiðarin.

Vit skulu tí átala tær atfinningar, sum eru settar fram móti skiparanum, tí vit mugu staðfesta, at skiparin júst hevur gjørt tað sum natúrligt var í einari støðu sum hesari, har fólk í veruleikanum høvdu tikið ræði á skipinum.

Tórshavn,  02.09.2019
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð
Formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo