Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
Onnur tíðindi

Tvøroyrar kommuna: Á heysti í fjør varð samtykt at veita fígging til eina 3-ára verkætlan, ið hevði til endamáls at skipa eitt skjalasavn á Tvøroyri við tilhoyrandi gransking. Á odda fyri verkætlanina, hevur kommunan sett søgufrøðingarnir og tvørámenninir, Kára Jespersen og Jens Paula A. Nolsøe.

Arbeiðið við at skipa skjalasavnið, ið er staðsett á gamla Ísvirkinum í Kongabrekkuni, er nú komið so mikið áleiðis, at hillaskipanin verður sett upp. Sjálv hillaskipanin er framkomin, men tílíkt er neyðugt, um skjølini skulu liggja trygg og verða lætt atkomulig.

- Verkætlanin við skjalasavninum er, sum áður nevnt, sett til trý ár og komandi tíðina koma vit ivaleyst at hoyra meira um arbeiðið við skjalasavninum og teirri atknýttu granskingini.

- Ísvirkið, sum í síni tíð var sera framkomið átak her á Tvøroyri, er virðiligur karmur um savningina av skjølum til søguna her, sigur Tvøroyrar kommuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo