Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Skúli

- Mitt í bygdini millum høg fjøll, reisist skjøldurin á nýggja skúlanum og fangar eygað, skrivar Fuglafjarðar kommuna á síni heimasíðu um nýggja skúlan.

- Nýggi mentanarberin í bygdini, má gjarna síggjast fram um aðrar við sínum sermerkta skjøldri.

- Íblásturin, frá gamla skúlabygninginum, sum fyrsti føroyski arkitekturin, við útbúgving frá Kunstakademiinum, Hoffgaard teknaði fyrst í tredivu árunum, er týðuligur og vil halda lív í minninum um hin einferð so tignarliga skúlan.  

- Har gamli skúlin stóð, stendur nú ein nýggjur bygningur við vøkrum sermerktum skjøldri og boðar frá góðum. Sum fuglurin Føniks er skúlin endurreistur og boðar um vón, lærdóm og nýggjar tíðir, skrivar kommunan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo