Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Herfyri varð skjøtul settur á menningararbeiðið fyri sjúkrahúsverkið. Nógv fólk og nógvar starvsgreinir eru farnar til verka. Sum vera man, er læknafrøðin ein av hornasteinunum í heilsuverkinum. Tí hevur tað møguliga almennan áhuga, hvat læknarnir hugsa og halda. Men læknar eru sum aðrir starvsbólkar ymiskir á máli um teir ymisku spurningarnar, sum stinga seg upp, tá vit skifta orð um, hvussu sjúkrahúsverkið skal skipast.  Tí ber ikki til at spyrja hvat læknarnir halda, men tað ber til at hoyra ymisk læknalig sjónarmið og við tí fáa eina hóming av, hvat vit sum starvsbólkur halda. Tað ber tó til at finna eitt meginrák, um vit spyrja ymiskar læknar.

Í hesum riti hava vit so valt at endurgeva orðaskiftið og bólkaarbeiðið á seinasta aðalfundi í Læknafelag Føroya 24. oktober 2015.  Fyrst í ritinum er formansrøðan, sum umrøður støðuna í heilsuverkinum nú og komandi. Niðurstøðan hjá formanninum er, at føroyska samfelagið eigur at gera sær greitt, hvat tað er fyri eitt heilsuverk, vit vilja hava. Um vit lata standa til, sum nú, fara vit ikki at kunna siga, at vit hava eitt líka gott heilsuverk sum grannalondini. Vánalig læknatænasta fer ikki at kunna dyljast, men verður ein  politiskur trupulleiki. Læknafelagið heldur at vit eru áleið fimti serlæknar ov fáir í Føroyum. Tað er hetta stóra tal, ið skal til fyri at sergreinirnar kunnu virka við nøktandi vaktbyrðu og undirgreining í tí skjótt vaksandi læknafrøðini. Til tess at vísa at politikararnir taka undir við hesari tørvsmeting, mælir Læknafelagið til, at pening longu nú verður settur av til allar hesar tørvandi læknar.

Vit bjóðaðu eisini tveimum læknum at røða um eitt meira avmarkað evni. Jákup Petersen, yvirlækni, játtaði at hugleiða um, hvussu vit skipa sjúkrahúsverkið sum best við trimum sjúkrahúsum. Jákup er bersøgin og sigur, at sjúkrahúsverkið ikki nóg væl góðskutryggjar og at sjúkrahúsverkið er ein politiskur leikvøllur, har politisk áhugamál telja meira enn faklig atlit.

Eisini Bjarni av Steig, yvirlækni, játtaði at tosa um, hvussu vit fáa læknar at koma til Føroyar og at støðast her. Bjarni greiddi frá arbeiðinum at fáa skikkaðar læknar til medicinska depilin seinastu árini. Hann legði dent á, at tað er týdningarmikið at fáa samband við ungar læknar tíðliga í teirra útbúgving og so fylgja teimum heilt til eitt møguligt fast serlæknastarv í heilsuverkinum. Í hesum arbeiði er av týdningi at minnast til, at ein serlækni er ikki klárur at flyta til Føroya fyrr enn í aðru helvt av tríatiárunum. Tá hevur hann familju, sum skal takast upp við rót og gróðursetast í heimligum jørðildi. Tað er ikki altíð so einfalt. So hesin trupulleikin er eisini ein týdningarmikil partur av strembanini at fáa serlæknar heim aftur.

Aðalfundarfólki varð síðani tilvildarliga býtt í fimm arbeiðsbólkar, sum skuldu arbeiða við somu evnum, sum omanfyri nevndu røðarar. Nevniliga hvussu vit skipa sjúkrahúsverkið sum best við trimum sjúkrahúsum og hvussu vit fáa skikkaðar læknar heim aftur at starvast. Eitt fólk úr hvørjum bólki hevur síðani skrivliga tikið saman um orðaskiftið í bólkunum. Teirra frásagnir eru viðheftar heilt óbroyttar. Sum vera mann, er frásøguhátturin ymiskur, bæði í vavi, smálutastigi og viðvíkjandi sjónarhorni. Sjónarmiðini fevna víða, men tað er ein reyður tráður í øllum arbeiðsbólkum og hann er at verandi skipan av sjúkrahúsverkinum ikki er góð og má broytast munandi um sjúkrahúsverkið skal starva optimalt. Eisini eru arbeiðsbólkarnir á einum máli um, at rekruttering av læknum er eitt vandamál fyri heilsuverkið, sum fer at krevja mikla orku at loysa.

Tað góða er tó, at vit hava nóg mikið av útbúnum føroyingum at taka við øllum hesum størvum, men spurningurin er, hvussu vit gera tað áhugavert at koma heim aftur.

Les alla frágreiðingina her

Pál Weihe,
formaður
Læknafelag Føroya

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo