Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Onnur tíðindi

Løgreglan í Jacksonville, Florida, sigur at fleiri persónar eru dripnir av skjóting undir eini e-sport-kapping.

Keldur upplýsa fyri News4JAX og NBC News at minst ellivu persónar eru skotnir, og at minst fýra eru deyðir.

Men talið er ikki alment váttað av løgregluni, men sheriffurin váttar at fleiri persónar eru dripnir.

Skjótingin var undir e-sport-kappingini Madden 19 Tournament, sambært CNN og fleiri øðrum amerikanskum miðlum, sum skriva at undir beinleiðis sendingini frá kappingini, hoyrdist skjótingin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo