Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton
Vágatíðindi

Michael Gram hevur keypt tjúgu kajakkir at leiga út til sigling á Vatninum og er ætlanin at byrja komandi summar.

Kajakkirnar liggja við Flúgvarabedingina.

Michael Gram sigur við VP, at nú verður farið undir at byggja teimum ein lítlan skúr.

- Eg havi átt kajakk í fleiri ár og ynskti at fleiri fingu møguleikan til tær upplivingar sum eru at sigla við kroppinum so nær vatninum og at hoyra náttúruna. Samtíðis gevur tað fríska luft og mosjón.

- Kajakkirnar eru sera stabilar og tað fylgir bjargingarvestur og "sprayskirt" (so holið er tætt) við, sigur Michael Gram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo