Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Í morgun komu boð um at øll í Los Angeles býarpartinum Santa Clarita skuldu fara frá húsi og heimi alt fyri eitt. Talan er um fleiri tíggjutúsund fólk.

Tað hendir, tí myndugleikarnir stúra fyri at sonevndu Santa Ana vindarnir, sum kunnu blása upp í 30 ms, fara at raka økið skjótt og harvið fer eldurin at breiða seg enn skjótari enn nú.

Umframt flogfør og tyrlur eru yvir 1.300 brandmenn við í royndunum at sløkkja eldarnar.

Serliga har suðri í Kalifornia siga tey, at yvir 18 milliónir fólk í veruleikanum eru í stórum vanda fyri at verða rakt av eldinum.

Annars eru skógareldar vanligir í statinum tá summarið fer at halla, skrivar ritzau.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo