Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tey liggja sum tey hava reitt, hesi ið sita á aftasta og næst aftasta beinki. Og nú sita tey ongul í reyv, tí samgongan loksins samdist um eina fiskivinnunýskipan.

So kann ein spyrja, hvussu tað kann bera til, at teir borgarligu flokkarnir, sum í útvið tvey valskeið hava havt buktina og báðar endarnar, hava spælt so totalt falitt tí viðvíkjandi.

Tað vísir eitt ábyrgdarloysi, eins og tað visir tveir flokkar, ið als ikki kunna takast fyri fult. Hesi bæði valskeiðini hava borgarligu umboðini á Løgtingi staðið sum ryssa uppi yvir deyðum fyli, í samband við ena framtíðar fiskivinnuskipan.

Kortini hava hesir somu flokkar tikið patent upp á, at bert teir kunnu tryggja vinnuni tryggar karmar, sjálvt um teir í tvey valskeið við valdinum ikki megnaðu at leggja eitt tað einasta uppskot um fiskivinnunýskipan fyri tingið.

Nú skjótt tíggju ár eftir at Bjørn Kalsø fekk sítt uppskot samtykt um, at fiskiloyvini skuldu ganga út, koma Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin sum ketta úr høvdatrogi og siga seg hava røttu loysnina.

Sambandsflokkurin er tó ikki enn komin við nøkrum, og Fólkaflokkurin hevur lagt eitt uppskot fram, sum stutt sagt snýr seg um, at onki skal broytast. Vorðið sum nýskipan.

Tí hevur tað verið ein himmalrópandi dupultmoralur, sum man hevur lagt oyru til, nú hesir báðir sokallaðu ”frísinnaðu” flokkarnir áhaldandi hava oyst gor og gall yvir sitandi samgongu.

Skuldi hendan samgongan kanska bara sitið hendur í favn og latið staðið til, soleiðis sum borgarligu samgongurnar gjørdu? Sjálvandi ikki.

Men sjálvsagt mugu hesir ”frísinnaðu” nú ásanna, at sitandi samgonga fer at býta samfelagsvirðini á annan hátt. 

Fyri nøkrun árum síðan var tað ikki lukkuligt, um onkur hevði tað á orði, at tað ófatuliga ríkidømið, ið svam kring oyggjarnar, kundi komið øllum samfelagnum meira til góðar.

Harðasta mótstøðan kom sjálvandi frá Fólkaflokkinum, sum setti seg sjálvan uttanfyri politiska ávirkan í 2011, soleiðis at flokkarnir, sum mynda verandi samgongu, tá saman við Sambandsflokkinum fingu sett eitt tilfeingisgjald á fólksins ogn.

Nú roynir so Fólkaflokkurin at fáa orðingina ”fólksins ogn” broytta til ”landsins ogn”, soleiðis at tað einaferð seinri kann broytast til ogn hjá – ja hjá hvørjum? Jú, onkrum privatum lumma.

Í løtuni er lunkaða støða Sambandsfloksins í fiskivinnupolitikkinum tó uppaftur verri enn støða Fólkafloksins. Helst er henda løgna politisk telvingin, vit hava sæð, bara eitt týðuligt tekin um, at Sambandsflokkurin leingist aftur í politiska favn Fólkafloksins.
 
Frank Davidsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo