At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Krutl

- Vit vóru sætt at siga eitt sindur ovfarin tá hann ringdi og bjóðaði seg fram at koma at vælsigna laksin, vit vistu ikki, hvat tað innibar. Soleiðis sigur Gilpin Bradley frá fyritøkuni Wester Ross Fisheries í Skotlandi við BBC Skotland.

Men nú gongur tað fínt, leggur hann afturat, og nevnir eisini, at keyparunum í veruleikanum dáma, at ymiski tørvurin hjá ymisku kundunum verður gingin á møti.

Og marknaðurin fyri halal laks átti at verið spennandi, tí tilsamans eru yvir ein milliard av muslimum sum seta stór krøv til matin, tey eta, verður sagt.

Málið er, at hvør einasti laksur skal hava nøkur góð orð við á vegnum. Tað er nóg nógv at nerta við fiskin og teska "í Guds navni", greiður imamurin Hatim Ameen frá. Hann heldur, hann mann leggja hondina á høvdið á eini 400-500 laksum á hvørjari vakt.

Niðanfyri sæst, hvussu leikur fer tá skotskur alilaksur verður vælsignaður og síðani halal slaktaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo