Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Politikkur

Herfyri var ein bólkur av skotskum politikarum í Føroyum og kunnaði seg um føroyska undirstøðukervið, eitt nú internetsamband og  undirsjóvartunlar.

Men tað er ikki fallið í góða jørð hjá fleiri, at serliga ein teirra var við, tí hann skyldar so nógv í skatti.

The Scottish Sun skrivar, at Ian MacNeil skyldar yvir 14.000 pund (tað eru slakar 120.000 krónur) í skatti. Og tí átti hann ikki at fari á eina slíka "skemtiferð", sum miðilin skrivar, og sum skattgjaldarin skal gjalda fyri.

Formaðurin í samtøkuni hjá skattgjaldarum, TaxPayers' Alliance, Ben Ramanauskas, sigur við miðilin, at lóglýðnir borgarar eru sera vónbrotnir av Ian MacNeil.

- Ikki bara fær hann løn fyri sítt arbeiði uttan at gjalda tað, hann skal, í skatti. Nú liggur hann og ferðast og sendir rokningina víðari til somu skattgjaldarar.

Sjálvur er Ian MacNeil ikki komin til orðanna, men ein talsmaður fyri sendinevndina sigur, at enn er ikki greitt, hvat túrurin hevur kostað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo