Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin L. King

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

Spanska oyggin, har nógvir føroyingar eisini halda frí, var í gjár karmur um ein skottilburð sum særdi fýra.

Tað var seint seinnapartin í gjár at ein maður fór at skjóta í býnum Peguera, skrivar miðilin Diario de Mallorca. 

Sum skilst er ongin av teimum, sum varð raktur av skotum, í lívsvanda. Maðurin hevði áðrenn tilburðin verið í orðadrátti við ein annan.

Gerningsmaðurin, sum er spanskur ríkisborgari, varð handtikin stutt eftir hendingina. Tað er ikki greitt hvaðani tey koma, sum vórðu rakt av skotunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann