Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Innlendis ítróttur

Skoytubreytin letur upp á Vaglinum tann 26. november, beint eftir at jólatræið er tendrað.  Hetta er sætta árið, at skoytubreytin er opin um árskiftið.

Køliskipanin er gomul og slitin, men hildið verður, at hon klárar ein vetur aftrat - men nú var ikki pláss í Kommunuskúlagarðinum. Avgjørt er tí at breytin einaferð aftrat verður løgd á Vaglinum.

Býráðið samtykti í gjárkvøldið einmælt at játta 300 túsund krónur til endamálið. Ferðslan verður umskipað og nýggj parkeringspláss verða tøk á Vaglinum til tann 26. november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo