Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Felagið Føroysk Ross hevur keypt ein dátugrunn úr Íslandi, sum er gjørdur til at skráseta ross í. Tað snýr seg t.d. um at skráseta aldur, kyn, litir, longd, hædd, forfedrar v.m.

Tey føroysku Rossini eru nú 94 í tali, og tá ið tey øll eru skrásett verður kynbótaarbeiði nógv lættari og møguleikin fyri innannøring minni.

Um vikuskiftið fær felagið vitjan av tveimum íslendingum, sum eru serkønir tá talan er um at taka mát av rossum t.d. longd og hædd. 

Sunnudagin 15. juli - frá kl. 14 til 18 - skipar Felagið Føroysk Ross fyri almennum tiltaki á Búnaðarstovuni. Hetta er í sambandi við, at 40 ár eru liðin síðani felagið var stovnað. 

Tá verður høvi at síggja, hvussu føroysku rossini verða mátað.

Dátugrunnurin FøroyaFengur
Felagið Føroysk Ross hevur seinasta árið arbeitt fram ímóti, at fáa øll tey føroysku rossini skrásett í einum dátugrunni, sum lýkur øll krøv, sum verða sett til slíkar grunnar. Og nú kann nevndin siga, at hetta arbeiði er komið so mikið væl áleiðis, at vit um stutta tíð eru komin á mál.

Fyrimyndin, í hesum arbeiði, hevur verið ein íslendskur dátugrunnur. Her kunnu vit nevna, at íslendingar eru frammarlaga á hesum øki, og nógv tey flestu íslendsku rossini eru skrásett í einum grunni, sum íslendingar nevna WorldFengur. 

Íslendska rossið verður sett í samband við Ísland um allan heim; tað er eitt týdningarmikið “brand” hjá íslendingum.

Teir hava í mong ár alt so mikið nógv ross, at teir hava verið førir fyri at selt nógv ross av landinum. Og íslendingar hava lagt seg eftir at skráseta øll íslendsk ross í sama dátugrunni, eisini tey sum liva í fjarskotnum londum.

Vónandi hevur føroyska rossið eina bjarta framtíð. Dátugrunnurin, sum føroysku rossini verða skrásett í, hevur fingið heiti FøroyaFengur.

Tey ross, sum ikki verða skrásett í FøroyaFengur verða ikki mett at vera føroysk ross.

Meira av kunning er á: www.ffr.fo

Felagið Føroysk Ross

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo