Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Tiltøk

Tað er ikki so ofta, at ein føroyingar hevur eitt persónligt samband við tey, sum eitt altjóða mál hjá Amnesty snýr seg um.

Tað er tí sermerkt, at eitt av teimum 10 altjóða málunum, sum skrivað verður fyri í ársins SKRIVA FYRI LÍVI átaki hjá Amnesty, snýr seg um tvey vinfólk hjá føroysku Hjørdis Kiaru Zachariassen.

Hjørdis kennir tey, tí tey hava verið sjálvboðin á oynni Lesbos í sama tíðarskeiði.

Hjørdis hevur arbeitt við at geva flóttafólkum eina rødd á sosialu miðlunum, meðan Sarah og Seán vóru sjálvbornir lívbjargarar og hjálptu bátsflóttafólkum við griksku oynna Lesbos. Tey eru nú skuldsett fyri fólkasmugling og kunnu verða dømd 25 ára fongsulsrevsing.

Tey bæði Sarah og Seán vóru sjálvboðin á oynni samstundis sum føroyska Hjørdis Kiara Zachariassen, og Hjørdis sigur sjálv, at hetta kundi eins væl hent fyri hana ella onkran annan í somu støðu.

Næstu vikurnar fara túsund og aftur túsund fólk kring heimins at senda brøv til Grikklands at heita á myndugleikarnar um at taka allar ákærur aftur móti Sarah og Seán.

Á almennum skrivitiltaki, sum verður á Reinsarínum fríggjakvøldið 6. desember kl. 19.30, fer Hjørdis Kiara Zachariassen at fortelja um støðuna á oynni Lesbos, og um hesi fólkini, sum sjálvboðin hava hjálpt fólki í neyð, men sum nú standa til at fáa 25 ára fongsulsrevsing, tí tey eru ákærd fyri m.a. at arbeiða fyri ein kriminellan felagsskap.

- Vit skriva brøv tí tað skal ikki vera ein brotsgerð at hjálpa fólkum í neyð, siga Amnesty International Føroyar og Amnesty Ung í einum tíðindaskrivi.

Silvurdrongur spælir til skrivitiltakið, sum er ókeypis.

Les meira og sí filmsbrot um málini, sum tey í Amnesty Føroyum skriva fyri, her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo