Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Skúli

Fróðskaparsetrið: Lestrarskrivstovan hevur sum uppgávu at savna virksemið, sum hevur við studentar og lestur at gera, og at vera bindilið millum fakliga og fyrisitingarliga partin av útbúgvingunum.

Skrivarin á lestrarskrivstovuni hevur ein týdningarmiklan leiklut í hesum miðsavnandi arbeiði og skal umframt at passa móttøkuna, svara og beina fyrispurningar víðari og samskifta á føroyskum og enskum m.a. á heimasíðuni hjá Setrinum, taka sær av upptøku, innskriving o.ø. fyrisitingarligum uppgávum viðkomandi fyri lesandi í tøttum samstarvi við útbúgvingarfakfólk, vegleiðarar og deildarskrivstovur.

Rannvá er cand.linc.merc í enskum og samskifti frá Copenhagen Business School (ein víðarimenning av gomlu korrespondenutbúgvingini) og hevur harumframt starvsroyndir innan fyrisiting, kunningartøkni og samskifti á fleiri málum, m.a. sum skrivari í Trygd og Sendistovu Føroya í London. Rannvá kemur úr einum starvi sum dagligur leiðari hjá Mariu Poulsen Búnýti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo