Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Kundi tú hugsað tær eitt spennandi lærupláss?

Vit leita eftir einum skrivstovulærlingi, ið hevur staðið miðnámsskúla, til fyrisiting okkara. Lærutíðin er 2 - 2,5 ár, og í lærutíðini er skúlagongd partur av tíðini.

Arbeiðsøki
Tú kemur millum annað at arbeiða við fylgjandi uppgávum:
•    lønaravgreiðsla,
•    kundatænasta,
•    telefonmóttøka,
•    tollavgreiðsla,
•    bókhaldsuppgávur,
•    umframt aðrar skrivstovuuppgávur.
 
Tín vangamynd
•    er fyrikomandi,
•    dugir væl at samstarva,
•    dugir væl at samskifta við nógv ymisk fólk,
•    er tænastusinnað/-ur.

Vit bjóða
•    Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
•    Tú hevur møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.
•    Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
•    Eitt fjølbrott arbeiðspláss

Løn
Starvið verður sett frá 1. juli 2019 og verður lønt sambært sáttmála millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Meira at vita
Eru spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Christian Danielsen, fíggjarleiðara, á teldupostadressu christian@articon.fo ella á telefon 216159.

Umsókn
Umsóknin skal sendast til starv@articon.fo í seinasta lagi 17. juni 2019.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð- og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 300 fólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo