Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tá ið Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð vórðu samanlagdir á vári 2014, varð lovað at byggingin av nýggja skúlanum skuldi byrja sama ár. Skipað varð fyri stórari móttøku, tá ið borgarstjórin setti grabban í skúlagarðin desember 2014, men enn er byggingin ikki byrjað. Vil við hesum heita á býráðsleiðsluna um at seta ferðina upp.

Onki er at siga til, at fólk eru farin at ótolnast eftir at síggja nakað henda, tí vit hava av og á sæð býráðsleiðsluna latið nakrar yvirskriftir um skúlabyggingina frá sær í fjølmiðlunum, kanska fyri at halda geistinum uppi. Hetta tykist hava verið ber luft, tí hóast eg havi spurt eftir málinum fleiri ferðir, hevur ikki verið møguligt at fingið upplýst hvar málið liggur. Seinast eg spurdi á nevndarfundi beint fyri jól, hevði stýrisbólkurin, sum skal standa fyri byggingini ikki verið saman. Eg fekk heldur ikki upplýst, hvør sat í hesum bólki.

1. byggistig liðugt 2018
Eftir upprunaætlanini skal 1. byggistig vera liðugt í 2018. Hetta byggistig er bert fyrsta av trimum, og er kostnaðurin 100 mió. kr. Útbjóðingin skuldi vera í august í fjør, og byggingin byrja í november. Tað sær út til, at ferðin longu týðiliga er minkað, tí er vandi fyri, at málið óneyðugt fer at draga út, hóast peningur er settur av til verkætlanina. Hetta má snøgt sagt ikki henda. Umstøðurnar í byggitíðini vera strævnar, og tí má arbeiðast skjótt og væl.

Haldi ikki, at tað er komið nóg greitt fram, tí vil eg enn einaferð undirstrikað, at byggingin sum nú verður framd, bert er 1. byggistig av trimum, og kostar hetta byggistig 100 mió. kr. Tá mangla 2. og 3. byggistig, til vit hava ein lidnan og fultútbygdan skúla. Eftir upprunaætlanini skal fultútbygdi skúlin standa liðugur í 2021. Henda tíðarætlan heldur bert um vit megna at halda ferðini á verkætlanini.

Skúlin er hjartað í býnum
Hyggja vit aftur á væleydnaðu nýbyggingina av Skúlanum við Ósánna, sum varð framd undir seinastu býráðssetu, tá vit høvdu leiðsluna, er umráðandi at halda fast um framhaldandi skúlaútbygging og vera nærløgd í stýringini.

Tað var eitt samt býráð, sum við spenningi fór undir hesa stóru og framhaldandi verkætlan. Nú vit eru farin inn í eitt valár, er ógvuliga umráðandi at væl er komið ávegis við skúlanum, eins og at henda verkætlan er so væl funderað í politisku skipanini, at byggingin ótarnað kann halda áfram við høgari ferð, eisini eftir eitt býráðsval, tí málið er bæði sera týðandi eins og tað fyllir nógv í fíggjarætlan býráðsins.

Tað er umráðandi at næmingar, starvsfólk og foreldur ikki skulu virka á einum byggiplássi longri enn hægst neyðugt. Tíðirnar seinastu árini hava verið met góðar, tí ræður um, at peningurin verður brúktur til íløgu av skúlanum heldur enn hækkaðan rakstur. Vit hava gjøgnum árini sæð, hvussu skjótt broytingar búskaparliga kunnu seta ferðina av íløgum niður.

Eg vil við hesum heita á býráðsleiðsluna um at seta ferðina upp, fáa stýrisbólkin saman og byrja at byggja. Vit gleða okkum øll at fylgja byggingini.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo