Hin veruligi sjónleikurin er ikki minni góður, tó meira at harma, enn hann ið leiktur verður
- V. Poulsen
Skúli

Skúlablaðið: Fyri júst einum ári síðan hevði stórmeistari okkara í talvi, Helgi Dam Ziska, innleiðsluskeið fyri lærarar í Havn í fjør vetur og fyri lærarar í Eysturoynni í september í fjør heyst. Í báðum førum vóru einir 30 lærarar við á skeiðnum hjá Helga í einar tveir dagar. Tað gekk væl, og tað gongur væl.

Lærararnir fingu eina undirvísingarætlan fyri 1. til 3. flokkar, sum teir kundu hyggja at og fylgja tíma fyri tíma. Helgi helt, at hetta var ein fortreyt fyri, at henda verkætlan skuldi eydnast, tí at av tí, at lærararnir ikki eru telvarar sjálvir, er mikið hent at hava eina skraddaraseymaða ætlan at halda seg til.

Tað er kanska ein av 10 lærarum, ið eru góður telvari, so at fyri at gera tað so lætt hjá teimum sum gjørligt, so hava teir nú tilfar til einar 50 undirvísingartímar, sum teir kunnu draga úr skuffuni og síggja: Hvat hevur tú fyri í dag? Hetta er undirvísingin, og hetta eru uppgávurnar, ið hoyra til, og her er uppskot um, hvussu børnini kunnu spæla. Lærararnir brúka ein tíma um vikuna til talv.

Hetta er altso tilfar, sum Helgi Dam Ziska hevur gjørt og sum fevnir um til samans 50 tímar. Alt eftir aldri á børnunum tekur tað kanska fimm, seks, sjey, átta tímar at læra mannagongdina og haðani víðari.

Les meira her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo