Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Skúli

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sett Atla Fróða Johansen í starvið sum skúlastjóra í Skúlanum í Eysturkommunu frá 1. mars 2019 at rokna.

Atli Fróði Johansen er 40 ára gamal og tók læraraprógv í 2003. Hann hevur drúgvar undirvísingarligar royndir, leiðsluroyndir sum varaskúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu síðani august 2018 umframt ávísar leiðsluroyndir frá Tofta skúla. 

Upplýsast kann eisini, at Atli Fróði Johansen m.a. hevur sitið í skúlastýrinum sum starvsfólkaumboð í fleiri ár og hevur verið limur í Barnaverndini í Skálafjarðasamstarvinum síðani 2013. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo