Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Krutl

Paula Sophia Garcia Espino er ikki fyrsta kvinnan í heimssøguni til at taka eina selfie á vesinum, men møguliga ein av teimum fáu sum hevur deilt fokusið við innrættingina av vesinum, skrivar norska TV2.

Myndakvinnan sjálv hevði ivaleyst ynskt at fingið nøkur likes fyri positurin og tunguna. Tað fekk hon - og nakað væl meira.

Viðmerkjarar løgdu skjótt merki til frástøðuna millum vespappírið og sjálv vesið.

Sjálvt um Espino deildi myndina á Twitter í mei, so fær hon enn hópin av viðmerkingum.

Høvuðspersónurin sigur við Buzzfeed at hon umhugsaði at sletta myndina.

– Eg hevði als ikki hugsað um hvar alt hetta var plasserað, tá ið eg tók myndina. Tað einasta eg hugsavnaði meg um var, hvussu eg sá út, og ikki hvat var kring meg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo