Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Sera nógv fólk hava stillað upp til at koma innan kommunugátt og gera mun.

Hesi fólk ivist eg ikki eina løtu, vilja gera sítt til at allir borgarir  hava tað gott júst innan teirra kommunu, og akkurát teirra kommuna skal verða tann besta at búgva í.

Eg brenni eisini fyri fólkið í hesum landi sum eitur Føroyar.

Mítt hjartamál eru tey sum bera "seinárin" av kynsligum ágangi" á sínum  herðum og ikki minst teirra avvarðandi.

Allar kommunur, ja allar Føroyar eru ein partur av hesum.

KRIS er ein felagsskapur sum hjálpur fólki yvur 18 ár við teirra "seinárinum" av kynsligum ágangi og teirra avvarðandi!

KRIS ger eina lands-innsavnan við bússum leygardagin 12. november 2016.

Kanska, ella rættari sagt, skuldu allar kommunur ikki verið við í hesi innsavnan?

Beinta M Pedersen
Forkvinna
KRIS

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo