Eingin kann fáa teg at føla teg minni verda uttan títt samtykki
- Eleonor Roosevelt
Krutl

Tað var neyvan í tonkunum hjá skulptørinum, og eftir øllum at døma heldur ikki øðrum sum høvdu ábyrgdina av nýggju standmyndini, sum katólski Blackfriars Priory School herfyri avdúkaði.

Men havandi í huga nógvu gølurnar seinastu árini um katólskar prestar sum hava misnýtt børn kynsliga, var hetta bara ovboðið.

Fólk øtaðust tá standmyndin varð avdúkað og tað gjørdist greitt fyri øllum at myndin, sum vísir eitt barn sum fær eitt breyð frá einum halgimenni, kann geva onnur hugasambond enn tey tilætlaðu, skrivar The Guardian.

Skúlin var noyddur at fjala standmyndina og geva boð um at hon skuldi broytast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo