Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Skúli

Mynd: Ólavur Frederiksen

Skúlablaðið: Hóast fleiri serflokkar og sertilboð eru stovnað seinnu árini fyri næmingar við serligum avbjóðingum, so ganga nógv teir flestu næmingarnir í vanligum skúla í Føroyum. Í Danmark hinvegin hava tey drúgvar siðvenjur við serskúlum; rákið seinnu árini hevur tó verið, at fleiri serskúlar eru niðurlagdir, og næmingar, sama hvønn tørv teir hava, skulu í vanligan skúla.

- Tað ljóðar so gott og vakurt, at fólkaskúlin er ella skal vera fyri øll, men viðhvørt er fólkaskúlin ikki tað rætta fyri summi. Í grundini er tað misskilt atlit at siga, at øll skulu hava sama tilboð. At koyra børn við autismu í ein stóran skúlaflokk er als ikki tað rætta fyri tey. At hava sum mál, at øll børn, sama hvørjar avbjóðingar tey hava, skulu vera partur av einum vanligum skúlaflokki, er heilt av leið, tí tað avdúkar, at tú hevur ikki skilt, hvat til dømis autisma er fyri nakað. Hevur tú autismu, er tað besta fyri teg at hava lærarar rundan um teg, sum arbeiða út frá autismunámsfrøði.

Malan Mohr vísir á, at hjá nógvum børnum við autismu er tað ógvuliga strævið at vera partur av einum vanligum skúlaflokki.

- Tey gerast strongd, og strongdin kann elva til angist. Tað verður mett, at 80 prosent av børnum við autismu líða av angist og ótta. Óttin kann koma av, at næmingurin verður settur inn í eitt umhvørvi, har einki er givið frammanundan; hann veit ikki, hvat hann skal gera har, hvussu leingi hann skal vera har, hvat er á skránni har, hví ein nýggjur lærari knappliga er í stovuni, í grundini er hann púra fyri ongum. At vera í einum rúmi ein heilan dag, har tú einki veitst, er sera avbjóðandi fyri tey.

Les samrøðu við Maluna Mohr, lærara, í Skúlablað nr 1, 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo