Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen

Í dag er tann árligi sokallaði skulkidagurin í Hoydølum.

Og í morgun er endabresturin á einum balli, sum studentarnir hava havt í nátt. Lagið er sum vera man gott, og eins og siður er skulu bilførarar, sum koma eftir Hvítanesvegnum og eru á veg til Havnar, fáa eina karamellu.

Í skrivandi løtu er bíðirøðin niðan til rundkoyringina við Klingruna og eisini á Vegnum Langa gongur ferðslan sera spakuliga, verður sagt av politistøðini.

So hyggjuráðini hjá teimum, sum hava ørindi í Havn, eru kanska at koyra eftir Oyggjarvegnum.

(Filmsbrotið í samband við greinina er frá tiltakinum í fjør).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo