List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Er Tórshavnar Býráð vitandi um, at Tórshavnar Barnaverndartænasta hevur innført eina nýggja mannagong á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, har tann føðandi mamman og pápin skulu IQ- testast, áðrenn tey kunnu fara heim við barninum?

Um Barnaverndartænastan ikki er nøgd við úrslitið, verður barnið tikið frá foreldrunum?

Er tað alment galdandi, ella eru tað bert einstakar familjur, ið eru fyri hesari vanlagnu?

Hetta er vanlagnan, sum ein ung familja í Tórshavn hevur livað við í yvir 2 ár.

Tá ið vit fingu ta nýggju Barnaverndartænastuna, var tað ein stórur bati, tí tann gamla barnaverndin hevði trupul kor at arbeiða undir. Nú kundi ein arbeiða meira professionelt við barnafamiljum. Professionalismuna síggja vit als ikki í hesi sak.

Vit kunnu hugsa okkum, hvussu ómetaligt tað gleðir teg at fáa títt fyrsta barn og verða foreldur. Fyri eina mammu og ein pápa, er tað helst ikki nakað, ið ger teg lukkuligari enn at verða foreldur.

Men so at hugsa sær, at tú fært tikið barnið við órætti av Tórshavnar Barnaverndartænastu, og meðan tey taka barnið frá tær, stendur ein og skal IQ- testa teg. Ja, tit eru bert eini vanlig foreldur.

Er hetta Føroyar, ið vit skulu vera stolt av, har rættartrygdin er okkara spjaldramerki?

Tað sær út til at málsviðgerin í Tórshavnar Barnaverndartænastu ikki hevur hugt eftir, hvørji úrslit serlæknar eru komnir fram til.

Hvør hevur givið málsviðgeranum so stórt vald, at tann persónliga meiningin hjá viðkomandi telur meira, enn serkunnleikin er komin fram til. Um hetta er tann dagliga mannagongdin, hvar er so rættartrygdin?

Eg meti við mínum fakkunnleika, at Tórshavnar Barnaverndartænasta hevur umsorganaryvirtikið eitt barn við føðing uttan heimild. Mín meting er tikin eftir at hava lisið øll skjøl í sakini.

Orsøkin til ólukkuligu støðuna er hon, at mamman, Linda Vestergaard Hansen, fær angist. Hetta skyldast massiva happing í skúlanum sum barn og eina óhugnaliga persónliga hending (tá hon var undir 18 ár).

Hetta førir við sær, at uttan serkøna hjálp so verður verri og verri hjá Lindu.

Linda er ikki vitandi um tá, at hon eisini hevur lágt stofskifti.

Hon biður um hjálp í Danmark, tá ið hon er búsitandi har. Linda endar í psykiatriini. Roynt verður við ymiskum heilivági - hon roynir 3 sløg -, men fær tað verri og byrjar at fáa meira angist og hoyra og síggja ting fyri sær.

So verður hon upp á vegin. Linda verður trappað út úr medisininum, og so við og við fær hon tað betur. Psykiatriin í Norður Jyllandi, har Linda var búsitandi, eru kend fyri feilir.

Linda hevur fingið skrivligt svar frá Lægemiddelstyrelsen, har teir eisini staðfesta, at tey hjáárin, hon hevur havt av sínum heilivági í Darnmark, eru kend hjáárin hallucinatiónir við tílíkari medisinskari viðgerð.

Læknin hjá Lindu í Danmark sigur, at Linda gott kan taka sær av barninum.

Við sjúkrahistorikkinum hjá Lindu, meti eg, at hon hevur kent hann ómetaliga væl, tá ið hon hevur verið sera nógv hjá lækna.

Linda og maðurin Leif flyta heim til Føroya, áðrenn hon skal eiga. Áðrenn mamman, Linda, eigur, finna læknarnir útav, at hon hevur lágt stofskifti - í dag er tað undir kontrol.

Tá ið hon byrjaði í psykiatriini, steðgaði hon at arbeiða - hon bleiv so sjúk. Tí trúgvi eg, at Linda hevur rætt í, at heilivágurin hevði nøkur óheppin hjáárin.

Á Psykiatrisku deild á Landsjúkrahúsinum kunnu tey ikki síggja við kanning, at Linda er sjúk í dag, og ein valdi at taka barnið vegna skizofreni, sum ein ikki kann prógva í dag, at hon hevur yvirhøvur - bert lágt stofskifti.

Við tí í geyma, at nógvir feilir eru gjørdir á Aalborg hospital, er tað óvist, um Linda hevur havt skizofreni yvirhøvur.

Eyðkenni við lágum stofskifi kunnu eisini verða mistikin sum sálarligar sjúkur. Tað meti eg er hent í hesum føri.

Eg vóni ikki, at ein vanliga tekur børnini í Føroyum, um foreldrini hava skizofreni heldur. Eg havi havt fleiri familjur í Danmark, har eini foreldur ella bæði hava havt skizofreni, har børnini hava búð heima. Har hevur ein valt at stuðla familjuni ístaðin. 

At taka eitt barn er tað allar, allar seinasta, ein ger brúk av.

Eitt annað, sum ein kann seta spurnartekin við, er, hví hevur Barnaverdartænastan valt, at barnið skal setast í pleygu í Klaksvík?

Er tað fyri, at gera tað enn truplari hjá foreldrunum at síggja barn sítt?

Tey sleppa bert at síggja barnið eina ferð um vikuna 11/2 tíma, og pápin má bert koma aðru hvørja ferð, tí hildið verður, at barnið verður stressað.

Hvør sær seg føran fyri at koma við hesi metingini?

Sum biologisk foreldur mugu tey hava tað ræðuligt, og tey mugu hava álvarsliga strongd og sorg, ið fyllir teirra gerandisdag.

Øll sakin er ein sorgarleikur av dimensión. Ein helt ikki, at slíkt kundi henda í Føroyum, har ofta familja og vinir vanliga rætta eina hjálpandi hond.

Tað er eisini óhugnaligt, at tá ið barnið skal verða saman við foreldrunum, so skal onkur altíð vera hjá.

Er tað fyri at vita, um foreldrini kanska kunnu gera nakað vandamikið móti barninum? Tí mamman hevur lágt stofskifti?

Foreldrini hava útbúgving og arbeiða bæði.

Eg havi 21. august skrivað eitt bræv til Tórshavnar Barnaverndartænastu við áheitan um svar uppá nógvar týdningarmiklar spurningar í hesa sakini og sent fulltrú í endanum av august.

Men eg havi enn einki svar fingið frá teimum.

Tey hava bert sent øll skjøl, ið tey vistu, at eg hevði lisið frammanundan.

Hanna Breiner Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo