Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Politikkur

Í Grønlandi skulu nú byggjast tvær nýggjar orku- og brennistøðir, og í tí sambandi vitjaði Kim Kielsen, landsstýrisformaður, saman við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, Brennistøðina á Hjalla, har Annika Olsen, borgarstjóri, og John Erik Hansen, dagligur leiðari, tóku ímóti.

John Erik Hansen greiddi frá virkseminum hjá Brennistøðini og samstarvinum við IRF, skrivar torshavn.fo.

Aftaná fingu gestirnir høvi at seta honum og borgarstjóranum spurningar.

Kim Kielsen var fegin um vitjanina og nevndi m.a., hvussu týdningarmikið tað var hjá teimum at fáa so mong góð hugskot sum gjørligt um umhvørvisrøkt og orkuútvinning, áðrenn arbeiðið í Grønlandi verður liðugtgjørt.

Umstøðurnar líkjast burtursæð frá ómetaligu frástøðuni millum búplássini í Grønlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo