Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Sum undirritaði skilti tað, ið kom fram í tinginum mikudagin 26. september, verður í framtíðini arbeitt við bilfríum oyggjum, at ferðafólk, sum skulu til smærru oyggjarnar, og vilja hava bilin við, mega seta akfarið við ferjuleguna, og taka bussin hagar, ið tey skulu.

Ætlanin við nýggju ferjuni, sum skal byggjast, og sum als ikki er ein bilferja, tykist júst leggja upp til hetta. Ein grundgeving var eisini, at, um fólk í framtíðini skulu taka bilin við sær út í Kalsoynna, verður ferðslan so stór, at tunlarnir í oynni mugu breiðkast.

Mær tykir at hetta verður stórt afturstig í ferðamynstrinum. Vit hava nú í fleiri ár lagað okkum til bilferjur, og vant okkum við tær. Einaferð hildu fólk tað vera stórt undur, tá ið bilar kundu hivast umborð á ”Bragd” og umborð á ”Rituna”, og at tey kundu koyra í øðrum oyggjum við teirra egna bili – eitt ófatiligt framstig. Fyri ikki at tala um, tá ið vit kundu koyra umborð á ferjur, sum fluttu okkum millum oyggjarnar, hvør hevði droymt um slíkt. Í dag kann tú hava bilin við tær úr Sumba norður á Trøllanes.

Í 2018 ferðast fólk øðrvísi enn fyri fimmti árum síðan, bæði innanlanda og uttanlanda, ferðast verður á mest praktiskan hátt. Fólk hava vant seg við at pakka bilin, tá ið tey fara í aðrar oyggjar, Bilurin er vorðin kuffertið. Vit síggja tað best í hesum døgum nú fjøllini vera gingin, at fleiri bilar við viðfestisvogni standa umborð á ferjunum. Bilurin verður tikin við í aðrar oyggjar, hóast vegastrekkini eru stutt. Nevnast kann Nólsoy, har fleiri bilar eru at síggja millum húsini, og Hestur. Var møguleiki, tóku fólk bilin við til Svínoyar, og kanska í onkra aðra oyggj eisini. Á smærru oyggjunum vilja tey hava ferðafólk at vitja oynna, so at bygdirnar ikki gerast sovibygdir, sum ein teirra tók til. Onkur hevur tí fingið sær matstovu og gistingarhús, júst av somu orsøk.

Bilferjur verða tí neyðugar í framtíðini til tær oyggjar, sum eingin tunnil verður gjørdur til. Tá ið Sandoyartunnulin gerst veruleiki, verður ikki tørvur á ferjum, sum taka líka nógvar bilar sum ”Teistin”. Men nýggjar ferjur, ið bygdar verða, eiga at hava eitt dekk, ið rúmar munandi fleiri akførum enn skipið, sum ætlanin nú er at byggja.

Gerst ætlanin veruleiki, at byggja ferjur, sum bara taka ein til tríggjar bilar, mega fólk leggja um aftur. Brúka vit Kalsoynna sum dømi, skulu ferðandi lossa viðførið, børn og annað, úr teirra egna bili og umborð á ferjuna, síðan aftur í land og inn í ein buss á bryggjuni hinumegin, sum síðan skal flyta tey og teirra viðføri hagar, tey skulu. Sama øvutan veg.

Um ætlanin er at avtaka bilferjur, fer hetta at minna um tíðina, tá ið mjólkabátarnir sigldu millum oyggjarnar, og fólk drassaðu eina rúgvu av ferðagóðsi umborð og í land og síðan til hús. Eisini kemur hetta at skapa ein ójavna at ferðast í landinum.

PS. Haldi annars at hugskotið, at gera básar við ferjulegurnar á Kalsoyarleiðini til bilarnar hjá fólki, sum búgva í oynni, var skilagott, so at tey altíð sleppa til og frá húsum við bili. Men tað merkir eisini, at ein nýggjur ”Sam”, og onnur nýggj strandfaraskip, sum bygd verða í framtíðini, mugu taka væl fleiri enn tríggjar bilar.

John S. Myllhamar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo