Kríggj enda nærum ongantíð soleiðis, sum hann ið byrjaði tað hevði ætlað
- Malcolm Forbes
Politikkur

Á landsfundinum hjá Framsókn varð staðfest, at útlendingaøkið kemur undir føroyskt ræði í næstum. Útlendingamál skulu yvirtakast í hesum valskeiðinum.

Framsókn vísir á, at tað hevur alt at siga, at málsøkið verður føroyskt við so breiðari semju, sum til ber. Vit skulu gera hetta við skili og brúka neyðugu orkuna til tess.

Nú útlendingamál verða yvirtikin, fara føroyingar sjálvir at seta treytirnar fyri, hvør kann koma til Føroya at virka og búleikast.

Tilflytarar eru og skulu kenna seg vælkomnir í Føroyum. Vit skulu veita teimum møguleikar at liva, mennast og virka, men samstundis tryggja, at teir virða okkara mentan, rættindi og virði.

Størstu virðingina vísa vit teimum við at seta teimum somu krøv, sum vit seta okkum sjálvum, og geva teimum neyðugu tíðina og hjálpina - málsliga og á annan hátt - til at lúka tey.

Hetta staðfesti Framsókn á landsfundinum 9. juni.

Framsókn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo