Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Tað sýnist sum um, at vit hava skapt eitt samfelag, har foreldrini brúka meginpartin av tíðini til at knossa runt á arbeiðsmarknaðinum, meðan børnini eru á stovni. Og at virðingin fyri eini heimaarbeiðandi mammu ella heimagangandi pápa er burtur!

Dag og dagliga verður í miðlunum tosa um, at útbúgving og arbeiði er avgerandi fyri identitet og virðing, at vit skulu hava okkara ávirkan á arbeiðsmarknaðinum, at tað er vandamikið at hava ”hol” í CV-num, og hvussu ringt tað er at koma inn aftur á arbeiðsmarknaðin, um man fyrst hevur verið heima í nøkur ár.

Tað, at kvinnurnar fóru út á arbeiðsmarknaðin í síni tíð, er sjálvandi positivt, men tað hevur ført stórar avbjóðingar, fyri barnafamiljurnar, við sær. Tær avbjóðingar roynir man at loysa, við at stovnarnir skulu hava longri opið. Foreldrini koyra børnini í vøggustovu, tá tey eru 10 mánaðir og renna blundandi avstað fyri at lukka av fyri teimum sterku kenslunum, sum rópa at taka barnið heimaftur.

Avleiðingarnar eru nógvar og markantar. Persónliga er tað stress, vánaligur trivnaður og fleiri hjúnaskilnaðir. Samfelagsliga eru tað: fleiri sjúkradagar, ”diagnosubørn” og minni fólkavøkstur.

Er hetta meiningin við at skapa eina familju? Er hetta meiningin við at fáa børn? Neyvan!! Nógv børn hava longri dagar á stovni enn ein námsfrøðingur, sum arbeiður fulla tíð. Barnasálarfrøðingurin Margrethe Bruun Hansen hevur sagt at: ”Tað týdningarmesta í lívinum hjá barninum eru foreldrini, og at barnið er eisini tað týdningarmesta í lívinum hjá foreldrinum. Tað gloyma vit ofta at viðurkenna og at leggja okkara arbeiðslív til rættis eftir.”

Ein donsk spurnarkanning frá 2014 vísir, at 4 út av 10 dønum høvdu latið tað eina foreldrið gingið heima, um tað læt seg gera. Og ein nýggjari kanning av sama slagi vísir, at 7 út av 10 dønum ynskja, at niðursett arbeiðstíð hjá foreldrum við minni børnum skuldi verði rættindi hjá teimum, ið ynskja tað.

Tað eru børnini, ið gjalda tann høga prísin fyri fráveruna hjá foreldrunum.

Sálarfrøðingar við serkunnleika á barnaøkinum vísa á, at ”vit fáa fleiri børn, sum eru ørkymlaði og sum vísa tekin til, at teirra lív hevur verið for pressað. Tey hava havt ov fáar tættar og róligar relatiónir í teirra lívi, og vit fáa fleiri børn, sum hava ein órógvandi atburð.

Føroyskar kvinnur eru raskar at føða børn – serliga um vit samanbera okkum við grannalond okkara.

Tað eru mong, sum ynskja at passa sínu egnu børn heima, eins og tað eru mong, sum ikki ynskja, at børnini hava langar dagar á stovni. At avlevera sítt 10-12 mánaða gamla barn til fremmandar hendur at taka sær av, er ímóti móðurinstinktinum.

Tað eru eisini fleiri, ið lata instinkti ráða og fara av arbeiðsmarknaðin í eina tíð. Nøkur hava nóg stórt fríggjarligt rásarúm at lata annað foreldrið verða heima í eina tíð, onnur taka vaskiarbeiði og annað arbeiði um kvøldarnar, fyri at tað skal lata seg gera, meðan uppaftur onnur koyra barnið út og fara til arbeiðis við ringum tannabiti, tí tað fíggjarliga loyvir tað ikki øðrvísi.

Eg eri væl vitandi um, at fleiri mammur eisini ynskja at sleppa aftur á arbeiðsmarknaðin sum skjótast, eftir at hava átt eitt barn, og mítt ynski er ikki, at geva teimum ringa samvitsku, men at varpa ljós á tær familjur, ið velja og ynskja tað mótsatta.

Undir øllum umstøðum, so er barnsins tørvur als ikki við í kjakinum. Politikurin á økinum í fleiri áratíggju hevur verið og er:

At vit skulu verða so nógv á arbeiðsmarknaðinum sum gjørligt.

Ein ímynd av, at børnini hava best av at fara á stovn, har serkøn kunnu taka sær av teimum.

Javnrættindinum, ið sýnast at verða nógv týdningarmiklari enn tørvurin hjá tí lítla barninum.

Spurningurin, ið nógv foreldur seta sær, er hesin: ”hví skulu vit arbeiða mest, meðan børnini hava allar størstan tørv á okkum, eru mest ávirkilig, eym og viðkvom?” Nógv donsk vælútbúgvin foreldur, einamest mammur, fara heim frá arbeiðsmarknaðinum í eina tíð, tí tey vilja ikki svíkja børnini.

Í staðin fyri at blíva við at meyla um, at kvinnur skulu arbeiða fulla tíð, latið okkum so heldur tosa um ein smidligan arbeiðsmarkna!

At man kann fara niður í hálva tíð, meðan børnini eru smá uttan at verða bangin fyri at missa starvið ella pensjónina. Ella at mamma og pápi fara niður í tíð og hava hvør sín dag heima um vikuna saman við børnunum.

Møguleikarnir eru nógvir. Teir tímarnir, sum leypa av kunnu lættliga fyllast við eldri fólki, sum ynskja at arbeiða minni enn áður ella fólk, sum orsaka av sjúku bert kunnu arbeiða ein lítlan brøk. Tað er nógv hjá samfelagnum at spara við at hava ein meira smidligan arbeiðsmarkna. 

Færri dagstovnapláss, færri sjúkradagar, minni stress hjá teimum vaksnu, sum so aftur  møguliga hevði leitt til færri hjúnaskilnaðir, betri trivna hjá børnum og ungum, sum aftur leiðir til færri tørvir á serøkinum.

Kommunurnar gjalda nógvan pening fyri, at børn kunnu verða á dagstovni fyri ein so bíligan penga, sum tað er í dag hjá foreldrunum. Tey, sum ynskja og velja tað øðrvísi, fáa ongan stuðul til tað. Tískil vóru tað gleðiboð, at eitt uppskot nú er blivið langt  fyri tingi, um at annað foreldrið kann verða heima hjá barninum í eina tíð við fíggjarligum stuðli.

Eg má siga, at eg eri skelkað av hvørja móttøku uppskotið hevur fingið í miðlunum eftirfylgjandi. Fyrst formaðurin í Pedagogfelagnum, sum førir fram, at man heldur skal nýta pengarnar til uppnormering av dagstovnaøkinum v.m., og nú í tíðindum, at hetta uppskotið er tað sama sum at ”senda kvinnurnar til hús”. Orðið ”javnstøða” er eisini sera nógv nýtt í hesum kjakinum og kjakinum um barsilsskipanina.

Eg vil staðiliga mæla frá, at lóggeva mammunum út á arbeiðsmarknaðin. Heldur eigur samfelagið at fjálga um smábarnafamiljurnar soleiðis, at tað letur seg gera at hava barnið heima, til tað er í minsta lagið 2 ár, og at lóggeva soleiðis, at barnafamiljur ikki noyðast at arbeiða fulla tíð. Vit liva í einum samfelag, har kvinnur og menn hava frítt at velja.

Vælsignaði latið familjurnar taka avgerðirnar sjálvi innanhýsis, hvussu tey skipa tað dagliga lívið!

Kostnaðurin fyri at liva við nógvari ferð, meðan børnini eru smá, er stórur. Spyr ein, ið liggur á deyðastá, um viðkomandi angrar, at viðkomandi ikki nýtti meira tíð á arbeiðsmarknaðinum?

Allar kanningar vísa, at tá alt kemur til alt, so eru tað børnini og familjan, ið hevur størsta týdningin í lívinum.

Við móðurkvøðu

Lillian Bjarnadóttir Poulsen
Mamma at fýra og Heilsufrøðingur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo