Eg havi ikki lykilin til framgongd. Men lykilin til mótgongd er at royna at gera øllum til vildar
- Bill Cosby
Politikkur

Herfyri skrivaðu undirritaða og landsstýriskvinnan í mentamálum undir felags yvirlýsing um eitt komandi universitetsøki, savnað á Frælsinum, í Nóatúni og á Debestertrøð, eitt øki, ið samanlagt er 65.000 fermetrar  til støddar.

Hetta var í kjalarvørrinum á strategisku menningarætlanini fyri Fróðskaparsetrið, sum ein arbeiðsbólkur hevur latið gjørt.

Í hesi frágreiðingini verður m.a. dentur lagdur  á, at Setrið stigvíst skal mennast til at gerast eitt altjóða kappingarført universitet.

Neyðugt er at styrkja granskingarumhvørvið í Føroyum og hartil eisini at fáa eitt veruligt kampusøki við lestraríbúðum til tey lesandi.

Setrið hevur verið í rúkandi menning seinastu árini. Fleiri lesandi velja at lesa á Setrinum og fleiri áhugaverdar útbúgvingar eru nú møguligar at taka í Føroyum.

Sæð úr einum altjóða sjónarhorni hevur Setrið eisini ment seg nógv, og lagt seg upp at krøvunum í Bologne-avtaluni, men enn er Setrið ikki góðkent sambært avtaluni.

Bologne-avtalan er ein semja ímillum fleiri evropeisk lond um viðurkenning av hægri útbúgvingum hjá hvørjum øðrum.

Hetta ger tað lættari hjá lesandi at ferðast millum lond og taka útbúgvingar ella partar av útbúgvingini hjá hvørjum øðrum.

Bologne-avtalan er sprottin úr “European Higher Educational Area” (EHEA), og hevur hetta samstarvið ómetaliga nógv at siga fyri okkara lesandi. EHEA er mest at samanlíkna við ein fríhandilssáttmála, har okkara vørur hava frítt at fara á marknaðir, ið hava strategiskan áhuga fyri okkum.

Hetta arbeiðið eigur at verða gjørt av føroyska mentamálaráðnum, men enn er ikki komið á mál.

Tí skal ein fólkatingssessur brúkast til at streingja á og slóða fyri, at Føroyar gerast ein partur av evropeisku útbúgvingarfamiljuni.

Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til fólkatingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo