Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í farnu viku skrivaðu Kringvarp Føroya, Tórshavnar kommuna og Klippfisk (limafelagið) undir samstarvsavtalu um Klippfisk. Klippfisk er eitt filmsvakstrarumhvørvi fyri ung. Sum nakað nýtt kemur Kringvarp Føroya inn í samstarvið, har dentur m.a. fer at verða lagdur á menning av dokumentarøkinum, umframt at KVF luttekur við útgerð og ráðgeving.

Klippfisk varð upprunaliga stovnað í 2005 at virka fyri m.a. at fáa films- og videoumstøður til vega og virka fyri at reka ein filmsverkstað. Frá byrjan av hevur Tórshavnar kommuna stuðlað virkseminum við árligum rakstrarstuðli til at keypa útgerð, hýst virkseminum o.a. Hesi farnu 14 árini hevur Klippfisk havt týðandi leiklut í at menna fleiri av teimum filmsfólkunum, sum í dag mynda føroyska filmslist.

Í 2017 gjørdu Tórshavnar kommuna og Klippfisk samstarvsavtalu, har virksemið varð lagt uppat Hugskotinum í nýskaparumhvørvinum í Sjóvinnuhúsinum, har tað eru verkstovuhølir, útlán av útgerð, ráðgeving, skeið í samstarvi við Kvøldskúlan. Sí nærri á www.klippfisk.fo

Nú er samstarvið so víðkað við Kringvarpinum og kemur tað at geva virkseminum eitt enn betri grundarlag, bæði við vitan, netverki, útgerð og útbreiðslu. Mentamálanevndin í Tórshavnar kommunu letur 450.000 kr. til virksemið í 2019 og ætlandi minst somu upphædd í 2020.

Farnu tvey árini hevur Beinta Haraldsen starvast sum samskipari í Klippfisk, men tekur nú við nýggjum avbjóðingum sum samskipari í Hugskotinum. Nýggi samskiparin í Klippfisk er royndi filmsleikstjórin Anton Petersen, sum byrjar í starvinum í september.

Á felagsmyndini síggjast fremst: Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, Annika Olsen, borgarstjóri, Jan Berg Jørgensen, nevndarlimur í Klippfisk (limafelagnum). Aftan: Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari, Hans Petur Nielsen, Kringvarpið, Gunvør Balle, forkv. í mentamálanevndini, Anton Petersen, komandi samskipari í Klippfisk, Beinta Haraldsen, fráfarandi samskipari í Klippfisk, Sóley H. Hammer, leiðari í Hugskotinum/Klippfisk, Jógvan Sørin Hansen, leiðari í Kvøldskúlanum og Pætur M. Dahl, nevndarlimur í Klippfisk (limafelagnum)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo