Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Onnur tíðindi

Stórur eldsbruni var í Bilrøkt í Havnardali um middagsleitið í dag.

Eldurin kom sambært løgregluni úr einum framsýningarhøli hjá fyritøkuni, og var eisini roykur í hæddini í erva.

Sløkkiliðið í Havn kom á staðið, og tók tað ein góðan hálvan tíma ella so at fáa tamarhald á støðuna.

Meðan arbeiðið fór fram at fáa bilbukt við eldin, var brúgvin út á Argir stongd fyri allari ferðslu.

Enn veit løgreglan ikki, hví eldurin kyknaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo