Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Onnur tíðindi

Óvanliga veðrið elvir til óvanligar uppgávur hjá politinum, sum í gjár umleið klokkan 17 varð boðsent at koma til ein bil, tí fólk høvdu varnast ein hund sum var innilæstur í bilinum og ikki sá út til at hava tað gott. Bilurin stóð í sólini og tá kann tað gerast sera heitt inni í bilinum.

Vakthavandi hjá politinum sigur, at sløkkiliðið varð boðsent, og ein hálvan tíma seinni var hundurin fingin úr bilinum. Hann hevði tað eftir umstøðunum gott. Eigarin sum kom á staðið stutt eftir fekk boð um at geva hundinum vatn, og fekk annars at vita frá politinum, at slíkt ikki ber til og kann koma undir djóramishandling. Meira verður tó ikki gjørt við málið.

Annars var seinasta samdøgrið friðarligt, tá hugsað verður um, hvussu nógv fólk vóru í býnum.

- Samarittarnir gera eitt stórt arbeiði, og boð vóru eisini send eftir sjúkrabili fleiri ferðir, sigur vakthavandi.

Ein tvey ára gamal smádrongur bleiv burtur í mannamúgvuni, og tað elvdi til nógva stúran og endaði á borðinum hjá politinum, men ein hálvan tíma ella so seinni var gamli komin aftur í aftur í øllum góðum.

Tíðliga í morgun boðaðu fólk politinum frá, at ein bilførari koyrdi á ein slíkan hátt, at neyvan nakar ivi var um, at hann var ávirkaður av rúsdrekka. Politiið fann bil og førara og ein blóðroynd er nú tikin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo