Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vágatíðindi

- Vit hava eitt orkutilfeingi sum kann gagnnýtast burðardygt, samstundis sum tað stuðlar undir el-netið.

- Tað eru smá vatnorkuverk, sum bert taka ein part av ánni, og framleiða streym, sigur Ólavur Poulsen, sum umboðar og ráðgevur um smáar vatnmyllur..

- Alla aðrastaðni eru smáu orkuverkini bundin í el-netið, har nakað el-net er, og alla aðrastaðni kanst tú brúka tín egna streym til tín sjálvs fyrst og síðan verður avlopið selt út á netið og keypt verður av netinum, tá tørvur er á tí.

- Prísirnir eru eftir marknaðinum og kunnu falla ella hækka, so íløgur í smá vatnorkuverk, sum kosta frá einum 200 túsund krónum og uppeftir, skulu ikki gerast í óðum verkum fyri at tjena pening, men íløgan er langtsiktað fyri at spara pening og minka um oljunýtsluna.

- Smáu vatnmyllurnar verða ikki heilt nógvar í Føroyum, tí ikki allar áir eru vælegnaðar, men tær kunnu tó gera ein góðan mun, eini 3-4%, kanska meira, afturat vatnorkuni hjá SEV.

- SEV leiðslan hevur higartil ikki samstarva í hesi tilgongd, hóast teir hava sagt tað í talu og yvirskriftum, men við óvanliga órímiligum treytum hevur SEV leiðslan mótarbeitt.

- Undirritaði hevur avgjørt ikki verið fyri at fremmandir skulu sleppa at framleiða inn á netið, bara fyri at tjena pening, sum SEV hevur brúk fyri; men tað letur til, at neyðugt er at skilja netið frá framleiðslupartinum hjá SEV, og loyva øðrum framat, fyri at fáa dynamik í skipanina og normalar tilstandir, sigur Ólavur Poulsen, sum umboðar og ráðgevur um smáar vatnmyllur.

Les meira á síðuni hjá áhugafelagsskapinum Nýhugsan og síggj filmin, sum eisini sæst omanfyri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo