Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Innlendis ítróttur

Í løtuni kappast fleiri lið úr Føroyum úr feløgunum Støkk, Ljósinum og Havnar Fimleikafelag, í altjóða estetisku kappingini Easter Cup, sum verður hildin í Greve í dag og í morgin.

Kappingin er ikki liðug enn, men vit kunnu hervið boða frá, at smágentur Rósan úr Støkk hava vunnið innleiðandi umfarið í síni kapping við heili 16,77 stigum. Aftaná Støkk liggur HF Bjalla á 2. plássi við 16,36 og Vela hjá Ljósinum er á 5. plássi við 16,06.

Hetta er stórt met í føroyskum estetiskum fimleiki í eini altjóða kapping. Í kappingini luttóku 15 lið. Finalan verður í morgin kl. 11 føroyska tíð og kann hon stroymast á video.dif.dk/eastercup-2019.

Venjarar hjá Rósuni úr Støkk eru Ásleyg Gregersen, Kristina Bjartalíð og Bjørk Nolsøe.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo