Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Politikkur

Vit eru byrjaði uppá triðju viku, síðani samgongan legði árarnar inn, gavst við sínum virksemi og sendi hægsta valdið, Løgtingið, til hús.

Enn liggja tíggjutals tingmál og súlta í nevndum, bíðandi eftir Ólavsøku, degnum, tá enn ikki respirator løgmans megnar at halda lív í teimum.

Mótmælini frá feløgum og einstaklingum, borin okkum av 4. statsvaldinum, fjara so líðandi og 4. statsvaldið sjálvt, fjølmiðlarnir, tykjast hava lagt kongin.

Eftir stendur fólkaræðið, demokratiið, avvápnað og óvirkið.

Fimm mánaðir i lógloysi!
Í øllum demokratiskum londum, sum vit dáma at samanbera okkum við, leggja stjórnir frá sær, tá tær missa meirilutan.

Har einveldisharrar ráða, leggja teir líka í, fremsta og einasta mál teirra er vald, vald fyri einhvønn prís, eins og í Føroyum í dag, har samgongan ætlar at Løgtingið liggjur óvirkið í knappliga 5 mánaðir.

Meðan gølur eftir gølur detta úr skápum, krøkja tey seg til landsstýrissessir, ognartaka hesar, ofra demokratiið og lata eygu og oyru aftur fyri øllum mótmælum.

Tey vóna óivað, at veljarin gloymir.

"Málið varð ikki viðgjørt" ella "málið varð umrøtt"
Hesi "begávaðu" orð lesa vit fimti sjey (57) ferðir í gerðabókum løgtingsins, dagin og dagarnir áðrenn samgongan sendi hetta evsta vald føroyinga til hús!

So er brennandi spurningurin, hvussu leingi ætla teir fólkavaldu sær at sita við hús, meðan ikki bert demokratiið verður vanvirt, men landið alt "drívur fyri vág og vind"?

Eitt er vist, lata tey 33 sær slíkt lynda, burdi ongin teirra sloppið at bjóða seg fram aftur at stjórna Føroyum!

Jenis av Rana
løgtingslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo